
ELEKTRIKARA LÆRLINGUR
Termel søkir eftir elektrikara lærlingi.
Hevur tú áhuga í at fáa ein spennandi gerandisdag, har tú kanst ogna tær eftirspurdar førleikar?
Hevur tú áhuga í at læra eina rúgvu og ikki vera bangin fyri at taka ein hond í og taka ábyrgd?
Um tú kanst svara ja til hetta, so er tað tær vit leita eftir.
TÚ
Tú skalt vera nærløgd/ur og hava eitt ynski um at veita eitt gott handverk.
Tú skalt vera ágrýtin eftir at læra.
Tú skalt taka ábyrgd av tínum arbeiði og gerðum.
Tú ert fyrikomandi og jalig/ur.
VIT BJÓÐA
Eitt spennandi lærupláss við fjølbroyttum arbeiði og dugnaligum starvsfólki.
Tú kemur at arbeiða í einari fyritøku við stórum vakstrarmøguleikum.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um nýgerð, umvælingar og feilfinningar á landi og umborð á skipum.
Eisini kemur tú at umvæla snellir av tí væl umtókta merkinum DNG.
HEVUR HETTA TÍN ÁHUGA
So send eina umsókn til termel@termel.fo
Hevur tú spurningar um eitthvørt, so ert tú vælkomin at ringja til Oystan á tlf. 220425.
Fyrimunur er, um tú ringir sjálv/ur og ikki mamma tín.
Umsóknarfreistin er 1. august.